12. apríl 2016
Hoyrdi amerikanska gudfrøðingin Douglas Wilson nevna, at samkynd hava eittans ynski: at tey skulu sleppa at útliva teirra seksualitet í hjúnabandi – hvørki meir ella minni.
Hjá felagsskapinum LGBT sipar bókstavurin “L” til samkynd konufólk (en.: lesbian) og “G” til samkynd mannfólk (en.: gay). Bókstavurin “B” stendur, sum øllum kunnugt, fyri tey biseksuellu. Altso seksualitetur vendur ímóti egna kyni (sum samkynd) OG ímóti mótsetta kyni (heteroseksuell).
Wilson spyr, at um bara tey samkyndu skulu fáa sítt krav ígjøgnum, er tað ikki órættvíst ímóti teimum biseksuellu? Skulu tey ikki eisini hava rætt at útliva sín biseksualitet í hjúnalagi? sín heteroseksualitet (sum kvinna og maður) og sín samkyndleika (tvs. kvinnan fær eina aðra kvinnu uppí hjúnarbandið og maðurin fær ein mann uppí hjúnarbandið)?
Broyta vit hjúnabandslógina til at umfata samkynd, noyðast vit so ikki eisini at broyta hana so, at hjúnabandið skal eisini kunna vera ímillum 3 ella fleiri fólk fyri ikki at diskriminera?