Frítt val

Hvat er meiri friðhalgað í okkara tíð og mentan enn frælsið til sjálvur at velja? Tí eiga øll at hava rættin til sjálvi at velja.

Soleiðis tekur R.C. Sproul til. Og fyri at sleppa undan óbehagiligheitum av at siga, at mann er fyri ella ímóti fosturtøku, so er ein sokallaður millumvegur: FRÍTT VAL. Millumvegurin sigur:

“Øll eiga at hava rættin til sjálvi at velja í hesum. Tey, sum ikki ynskja fosturtøku, velja hana ikki. Ynskja onnur hana, so er tað upp til tey sjálvi.” 

Og nógv á hesum millumvegi siga: “Eg hevði so aldrin valt fosturtøku. Men eg ynski at verja rættin hjá øðrum at kunna velja fosturtøku!”

Men er fosturtøka talan um dráp, so er hetta í veruleikanum tað sama sum at siga: “Persónliga hevði eg aldri funnið uppá at dripið eitt annað menniskja, men eg ynski at verja rættin hjá øðrum at drepa, um tað er tað, tey ynskja.”

At stuðla fríða valinum er tí at stuðla fríðari fosturtøku.

(7. mars 2019)

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *