Hví gera hjúnabandslógina út frá skriftunum? Hví so ikki allar aðrar lógir í Føroyum eisini; ferðslulóg skattalóg o.s.fr.? Eigur ikki greitt skotti at vera millum kristindóm og lógarsmíð?
Í samband við kjakið um hjúnabandslógina, hoyrast alsamt fleiri røddir siga (eisini kristnar), at vit mugu varða okkum fyri at blanda kristindóm og politikk saman.
Tað serliga við hjúnabandinum er, at tað hoyrir til sjálvan skapanarordanin og hevur tískil sín uppruna áðrenn syndafallið. Skuldi onkur mótmælt, “Hatta er Gamla Testamenti”, so kann eg upplýsa, at Frelsarin sjálvur staðfestir hendan skapanarorning í evangeliinum, tá ið hann umtalar hjúnabandið. Og fyri at brúka undanfarna logikk, so spyrji eg, “Broyta vit hesa staðfesting hjá Frelsaranum við okkara lógarsmíði, hví so ikki broyta alla Bíbliuna við okkara lógarsmíði?”
Tað undrar, at tey somu, sum ávara ímóti at blanda trúgv og politikk, ongan trupulleika hava, tá politikkur blandar seg uppí tað bíbilska. Eitt er so, hvat tey, sum ikki kenna seg bundnan at heiløgu skriftunum, siga og gera.
Men tað, sum undrar enn meira, er, at alsamt fleiri kristin tykjast stuðla, at politikkur blandar seg uppí bíbilsk viðurskifti og við lógarsmíði umdefinerar heiløgu skriftirnar.
(K.H. í Vágaportalinum 13.09. 2019)
Nå, lat okkum royna um komentarfeltið fungerar 🙂 Tað stendur ikki hvør hevur skriva hesa grein, men tað er so gera tað sama fyri innihaldið.
“Og fyri at brúka undanfarna logikk, so spyrji eg, “Broyta vit hesa staðfesting hjá Frelsaranum við okkara lógarsmíði, hví so ikki broyta alla Bíbliuna við okkara lógarsmíði?””
Hettar krevur nærri útgreinan.
Tað virkar fyri meg sum hettar forútsetur nøkur ómøgulig ting, so eg má spyrja:
Hvussi broytir – undanfarni logikkur – umtalaðu staðfesting? Eg hugsi tú kanska meinar at undarfarni logikkur broytir tað status umtalaða staðfesting hevur í okkara lógarsmíði? Staðfestingin er væl tað hon er, óansað hvar logikkur, ella lógir gera?
Men eg dugi heldur ikki síggja hvønn logik tú vísur til, tú staðfestur jú sjálvur at tað er heilt einfalt skeivt sum verður sakt, at hattar er bara GT. Men sum sakt so broytir einki lógarsmíð næka sum stendur í hvørki GT ella NT, so her má vera eitthvørt stig í logikkinum eg ikki havi fyngi við …
Tað fyrikemur mær at viðkomandi sum skrivar forútsetur tað sum eina sjálvfylgju at kristin skullu sjálvandi taka undir við at lógarsmíð (í fø ella allastaðni?) skal stemmast av við “bíbliuna”. Eg seti bíbliuna í “” tí, sum vit øll vita er ikki full semja um tulking á ymiskum økjum. T.d sum omanfyri, onkur kanska vil vera við at hjúnarbandslóggáva hoyrir GT tíðuni til, men opinbart ikki viðkomandi sum skrivar her. Skullu vit bíðja til teir teologiski spurningarnir eru avgreiddir fyrst, aðrin vit kunnu gera okkara lógir?
Tað kann skrivast nógv um hettar, men tað sum undrar meg er at hesin teksturin ikki fyriheldur seg til tær faktisku orsøkirnar til hesa tvístøðu, altso religión og almenan politik.
Tað hava veri tíðir í Føroyum – t.d í 18´øld – har kirkjan og hvussi prestanir – við øllum teimum felilum teir høvdu – tá tulkaðu bíbliuna høvdu sera stórt vald, og sera stóra ávirkan á samfelagið. Hettar hevði nok eingin akseptera í dag. Men nú er alt púra greitt, og bara ein spurningur um fyri ella móti hvørt bíblian skal hava ávirkan á politikkin? Eg síggji tað í øllum førum ikki soleiðis.
Vit eru av søguligum orsøkum komin hertil, at kristna trúgvin hevur eina serstøðu, men líka so væl sum kristin í dag uppá ongan máta kundi hugsa sær at vent aftur til kirkjuna í 18´øld, so eru eisini samfelagsbólkar sum á ongan hátt vilja finna seg í at kristin í dag skullu lóggeva alt samfelagið. Tað er ikki neyðugt at útgreina, men eg síggi ikki at hettar kemur til sjóndar í greinini. Kanska meir kemur?
vh