“Hvussu ber tað til, at nakrar fáar vreiðar røddir tykjast at stýra almenna kjakinum í nærum øllum álvarsmálum. . . ?
Soleiðis spyr Charles Colson og nevnir nøkur dømi. T.d. onkur víðgongdur bólkur savnast í nøkrum fáum almennum støðum, fremur herverk, steðgar onkrum virksemi ella handli, og so við eitt hoyra vit, at hesi umboða 99% av øllum íbúgvum í landinum.
Ella tak rørsluna fyri rættindum teirra samkyndu. Fyri bert fáum árum síðan umboðaði hendan rørsla minni enn 5% af fólkinum. Tey hava nú gjørt tað nærum ógjørligt fyri talsfólki av tí siðbundna hjúnarbandinum og familjuni at úttala seg alment, uttan at verða kallaði trongskygd. Hvussu hongur hetta saman?
Týski samfelagsfrøðingurin Elisabeth Noelle-Neumann kom fyri góðum tredivu árum síðan við orðafellinum “tøgnspiralin” (The Spiral of Silence). Noelle-Neumann, sum arbeiddi á einum nazistiskum tíðindablaði undir allari nazitíðini, lýsir hvussu fólk vórðu tept í kjakum. Sum orðið “tøgn” sipar til, so er talan ikki um at sannføra, men heldur at fólk aftrar seg við at siga sína hugsan, sum er ímóti tí vanliga og góðtikna av ótta fyri avleiðingum. Og valdsfólk gera sær dælt av hesum. Fólk velja jú heldur at tiga, tá ið tey ynskja at sleppa undan at vera ímóti tí, ið verður “hildið” at vera vanlig hugsan. Men mangan er henda “vanliga” og góðkenda hugsanin ein minniluti. Hon hevur sítt vald frá tí máta hon verður borðreidd uppá av fjølmiðlum og viljasterkum viðhaldsfólkum.
Í veruleikanum er tað bara ein lítil minniluti av fólkinum sum trýr, at tað at halda uppá siðbundna hjúnarbandið ger ein trongskygdan. Tað er eingin orsøk at halda nakað annað. Tí hvørjaferð atkvøtt hevur verið um málið, hevur meirilutin atkvøtt ímóti sokallaðum samkyndum hjúnarbandi. Hesi høvdu aldri avtkvøtt so, um tey hildu hetta vera javnsett við trongskygni. Men vegna mátanum sum fjølmiðlar orða hetta málið, so óttast fólk sum oftast at siga sína hugsan. Og viðhaldsfólk teirra samkyndu smæðast ikki fyri at kalla enntá tey mest hampuligu talsfólkini fyri siðbundna hjúnabandinum fyri trongskygd, homofobar, fundamentalistar og enntá talibanar.
Nógv velja tí at tiga og styrkja harvið í gáloysni pástandin um, at bara trongskygdir homofobar eru ímóti samkyndum hjúnalagi.
Men tað gleðiliga er, at vit kunnu bróta hendan tøgn-spiralin. Um djørv fólk halda fast við at siga sína hugsan og sjónarmið, so vil óttin og misfatanin, sum skapar tøgn-spiralin, missa sína kraft. Og fólk fara at síggja, at tey als ikki eru einsamøll. Tí mugu vit øll hava dirvi. Vit eiga øll at tora at siga okkara hugsan og sjónarmið og gera tað púra greitt, at tað als einki trongskygni er í at verja ta siðbundnu familjuna.”
(K.H. 31. mai 2017)