Fyrsta hospitalið

“Eg var nakin, og tit klæddu Meg; Eg var sjúkur, og tit vitjaðu Meg; Eg var í fangahúsi, og tit komu til Mín” (Mt 25,36).

Fleiri søgubøkur í dag – millum annað á miðnámsskúlum – hevda, at fyrsta hospitalið varð stovnað í Bagdad um leið ár 800 e.Kr. Løgið, tá hugsað verður um søguligu keldurnar.

Kristindómur fevnir nevniliga ikki bara um tað andaliga, men eisini tað likamliga. Tí tóku tey fyrstu kristnu beinanvegin orð Jesusar í álvara:

“Tað, sum tit hava gjørt einum av minstu Mínum, hava tit gjørt Mær!” (Mt 25,40)

Longu frá byrjan vórðu tey kristnu upplærd í at stuðla og hava umsorgan fyri teimum sjúku uttan mun til, hvørji tey vóru; kristin ella heidningar. Tey tóku sær av veikum, sjúkum, fátækum, einkjum og foreldraleysum.

Latínska orðið fyri miskunn er charitas og merkir at geva uttan at vænta nakað aftur. Tey kristnu vóru kend fyri hetta – miskunn, næstrarkærleika. Tað var í hesum anda, at tey kristnu virkaðu og livdu. Og keldurnar siga, at tað var millum hesi, at tey fyrstu hospitalini sóu dagsins ljós.

Fyrstu spírarnir síggjast longu í Nýggja Testamenti. Í Áp 6,1f. síggja vit skipaða hjálp til einkjur. Í 1 Tim 5,9 lærir Paulus lærisveinin Timoteus at skipa umsorganina fyri einkjum. At skráseta tær á listar og soleiðis tryggja teimum hjálp og stuðul. Hetta var ókent í tátíðar mentanum.

-Á kirkjufundinum í Nikea í ár 325 varð álagt øllum biskupum at stovna hospital í hvørjum býi, sum hevði dómkirkju. Soleiðis komu hospitalini gjøgnum tey kristnu at vera skipaðir stovnar (245 ár áðrenn Muhammed 570-632).

-Í 321 høvdu tey kristnu longu grundað sinnissjúkrahús (morotrophium). Í miðøldini vóru eisini nógv kleystur, sum tóku sær av teimum sálarsjúku. Í 1300-talinum vóru slík heim í London og seinni í Frankaríki og aðrastaðir íkring.

-Í ár 369 bygdi St. Basil hospital í Kesarea í Kappadokia við nógvum tilbygninum til læknar, sjúkrasystrar við verkstøðum og ungdómsheimi- og skúla (200 ár áðrenn Muhammed).

-Í 375 varð eitt líknandi hospital bygt í Edessa.

-Í 390 bygdi ríka einkjan Fabiola hospital í Róm (180 ár áðrenn Muhammed).

-Í 398 bygdi Fabiola eisini hospital í Ostia.

-St. Chrysostomus (d. 407) bygdi fleiri hospital í Konstantinopel (yvir 160 ár áðrenn Muhammed).

-Augustin (354-403), biskupur í Norðurafrika, virkaði fyri at byggja fleiri hospital í vesturrómverska ríkinum (eisini yvir 160 ár áðrenn Muhammed).

-Og í 500-talinum vóru hospital eisini vanligur partur av táverandi kleystrum o.s.fr. (alt hetta fleiri ár áðrenn Muhammed var føddur).

Eitt slag av kríggi tykist herja vesturheimin. Eitt andaligt kríggj, sum er altsamt harðnað seinni árini. Eitt gamalt orð sigur, at í kríggi er tað altíð sannleikin, ið fyrst má lúta. Her gongur sjón fyri søgn. Ótroyttiligar kreftir royna ósmædnar at fjala søguligu veruleikarnar um okkara forsøgu og mentan og at sverta alt vesturlendskt til; hvussu trongdskygd, ræðulig og vánalig vit hava verið. Og við sama ídni verður roynt at skapa ein ósannan veruleika. At skammrósa ta mentan, sum altíð hevur staðið vesturlendskari mentan og virðum ímóti: “Tað er haðani hospitalini hava sín uppruna, skúlar og útbúgving, universitet og vísindi…”

Vóru forsprákarnir fyri hesum ráki úr øðrum mentanum, so var tað til at skilja. Men tað ófatiliga er, at talan er eisini um persónar í okkara egnu mentan; bæði innan skúlar, fjølmiðlar, universitet. Sum dømið við fyrsta hospitalinum vísir, so finst henda indoktrinering eisini í lærubókum og skúlum, har vit lata okkara børn upplæra.

Hoyra vit lygnir nóg leingi, so kenna vit at enda ikki sannleikan. Og at enda sleppa vit sannleikanum og fevna lygnini. Og tað hevur avleiðingar.

Kristin heilsuverk frá
300-talinum til 20. øld
Veitingar
Morotrophium, bygt í ár 321Hýsti sálarsjúkum
Nosocomia, fyrsta bygt í 369 av St. Basil, onnur í ár 375, 390, 398 o.s.fr.Hýsti og røktaði einans sjúk
Xenodochia, seinast í 300-talinumHýsti fremmandafólki og røktaði sjúk
Kleystrið í Monte Cassino, grundalagt í 529Umsorgan fyri sjúkum. Fleiri kleystur fylgdu teirra fyridømi. Fleiri tóku sær eisini av sálarsjúkum.
Hospitalið í Milan, grundað av prestinum Dateo í 700-talinum.Tók sær einans av børnum, sum vóru funnin uttan foreldur
Tempulhospital St. Jóhannesar
Tempulhospital St. Mariu

Tempulhospital St. Lasarusar í 11-talinum.
Viðgjørdu og tóku sær av teimum særdu undir krossferðunum

Røktaði spitølsk
Domus Sancti Spiritus, eina mest í Týsklandi, í 13-talinumSmá hospital. Viðgjørdu, hýstu og røktaðu vanligar borgarar og nøkur eisini sálarsjúk.
Stovnar fyri sálarsjúk í London í 14-tal.Hýstu og tóku sær av sjálarsjúkum
Jesus úr Nazaret Hospitalið, Meksiko City, 1524.Røktaðu einamest miðamerikanskum indianarum.
Mong hospital blandað sum fyri vanliga- og sálarsjúku frá 1600-1900-talinumViðgjørdu likamlig sjúk og røktaðu tey sálarsjúku.
Uppruni og menning av hospitalum (kelda: A.J. Schmidt).

______________________________________________________________________________________

Skrivað: Kristian Hansen, cand.theol.

Keldur: Gade, Jellingsø, Priisholm: Europas verdenshistorie – vor histories oprindelse og udvikling beskrevet i lange linjer (1988).

U. Grubb et al.: Fokus kernestof i historie – fra antikken til europæisk ekspansion (2016).

T. Holland: Dominion. The Making of the Western Mind (2020).

A.J. Schmidt: How Christianity Changed the World (2004).

R. Stark: How the West Won. The Neglected Story of the Triumph of Modernity (2017).

Mynd: “Upplestur úr bíbliuni í hospitali,” eftir Gustave Doré, 1872.

1 betragtning angående “Fyrsta hospitalið”

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *