Vit vita ikki, hvussu tað hevur gingið fyri seg, tá ið Gud skapaði alheimin. Vísindini vita tað heldur ikki. Niðurstøðurnar, sum komið verður til, verða allar bornar fram í trúgv. Vit hava Guds orð, sum gevur okkum eina einkla frágreiðing um skapanina. Gud hevur valt at opinberað hana fyri okkum við nøkrum fáum orðum. Hví hevur Hann gjørt tað?
Kundi tað ikki verið áhugavert at fingið meir at vita um tilgongdina í skapanini? Men eg trúgvi, at stutta svarið er, at Bíblian er ikki ein spenningssøga, ei heldur ein vísindagrein. Hon er ætlað okkum at koma at kenna Hann og síggja Hansara ætlan í søguni.
Johannes Møllehave, prestur og rithøvundur, er fyri stuttum farin hiðani. Hann gjørdi sær nógvar tankar um lívið og endan á lívinum. Men hann segði sjálvur, at hann gjørdi sær ikki so nógvar tankar um Himmalin, meir enn, at hann vónaði, at har vóru bókasøvn, tí tey kundi hann ikki vera fyri uttan.
Sjálv vóni eg at síggja „upptøkuna“ av skapanini, tá ið eg komi til Himmals. Hvussu Gud við Sínum skapanarevnum broytti kaos til kosmos.
Vísindi royna at skúgva Gud til viks. Tey siga seg ikki hava tørv á Honum. So vísindini eru komin við tí haltandi ástøði, at alheimurin varð til við Big Bang, og einki stóð aftan fyri hesa tilgongd (summi vísindafólk trúgva tó, at onkur intelligensur hevur sett hann í gongd). Við tíðini funnu bitlarnir frá spreingini eitt slag av skili, t.v.s. frá óskili til skil.
Eg havi ongan trupulleika við Big Bang, tí møguliga hevur Gud skapað alheimin við hesi spreinging.
Tá ið Gud fór undir at skapa, hevur møguliga verið okkurt slag av óskili, men fyri Gudi er einki óskil. Fyrra Korintbræv 14;33 sigur:
„Gud er jú ikki Gud óskils, men friðar.“
Um óskil hevur valdað undir skapanini, so kunnu vit vera vís í, at fyri Honum var tað skil, og Hann visti, hvussu fullkomið tað fór at verða.
Vit lesa í Fyrstu Mósebók 1,25:
„… Og Gud sá, at tað var gott.“
Tað var fullkomið. Hann skapti djór og menniskju, og fyrstu tíðina valdaði friður, einleiki og harmoni. Alt var sera gott. Tað var einleiki millum Gud, menniskju og náttúru, líka til syndin kom inn í heimin. Síðani tá hava vit kent avleiðingarnar av syndini. Tað gjørdist myrkt og brotið, eitt slag av óskili kom í, og nú kenna vit bert í brotum. Tað er ein manglandi harmoni millum menniskju, Gud og náttúru. Friður er vorðin óskil og kaos.
Tann syndarligasta avleiðingin er, at menniskjað nú er fortapt uttan Gud. Menniskjað hevur flutt seg burtur, hevur sjálvt sett seg á trónuna og heldur seg vera tað hægsta í alheiminum. Menniskjað heldur áfram at taka av fruktini í urtagarðinum við vón um at fáa meir vísdóm. Men sannleikin er, at tað bert skapar meir deyða og kaos. Menniskjað vil ikki kennast við skaparan, og ongantíð áður hava vit livað í so brotnum heimi sum júst í dag.
Vit, sum áttu at livað í friði, rættlag, javnvág og einleika eru farin hvør sín veg, har vit hava bygt okkara egna verjugarð, og vit royna at finna sannleikan inni í okkum sjálvum.
Soleiðis eigur ikki at vera.
Í løtuni lesi eg um, hvussu myndlistin gjøgnum tíðirnar hevur avdúkað tankarák menniskjans um Gud og tilveruna. Tað, sum hevur sermerkti vesturlendsku siðmenningina eftir Krist, er, at málningalistin hevur havt eitt slag av skili, harmoni, endamáli, meining og einleika. Hon segði frá menniskjanum, Gudi og náttúru sum eini heild, og andaliga dimensjónin varð tikin við. Hetta helt fram í fleiri hundrað á. Tað áhugaverda er, at tá ið vit koma inn í ta modernaðu tíðina, so fer gudsmyndin úr myndlistini. Tað er eisini um hesa tíðina, at Gud fer úr tonkum menniskjans, og vísindi koma ístaðin fyri Gud. Menniskjað setir seg hægri enn Gud og skúgvar Hann til viks.
Listafólk leita nú ikki uppeftir eftir íblástri, men fara inn í seg sjálv, og har ræður óskil og skilaloysi.
Nú verður listin fragmenterað. Tað merkir, at hon verður sundurskild og fer at avmynda náttúru og menniskju sum avskeplað. Ei undur í, tá ið vit inni í okkum eru falnir og avskeplaðir syndarar. Úr hesi fragmenteraðu listini sprettir abstrakta listin eins og kaotisk, skilaleys, postmodernað list.
Hyggið at listini gjøgnum tíðirnar, og tit skilja, hvussu menniskju hava hugsað um Gud og tilveruna.
Hesir vónleysu tankar um fragmentering (sundurpetting), gudloysi og kaos leiða meg tíbetur til Hann. Hann, sum er skaparin enn í dag. Eins og okkurt kanska tóktist vera í onkrum óskili í upphavi, so hevur Hann alla tíðina havt tamarhaldið. Hann hevur eisini tamarhaldið, tá ið óskil og kaos er í okkara lívi.
Jeremias 18. kapittul sigur frá leirkerasmiðinum, sum arbeiðir við leirinum. Hann myndar eitt ílat; men ílatið miseydnast. Hetta kann tykjast okkum sum kaos eina løtu; men leirkerasmiðurin hevur eina ætlan. Hann ger tað umaftur til annað ílat, sum hann nú vil hava tað at vera. Hetta er ein troyst bæði fyri einstaklingin, sum kennir seg miseydnaðan og fyri heimin, sum liggur í tí ónda.
Tað verður ein endurreisn.
Johannes Møllehave skrivaði bókina „Det ender godt“. Hann hevði sjálvur livað eitt lív við tunglyndi og sjálvmorðstonkum; men endin hjá Guds børnum verður góður.
Í Opinberingini sigur Gud (Op. 21,5):
„Hygg, Eg geri alt nýtt!“
Ofta hugsa vit um Opinberingsbókina sum ein fjaran veruleika í framtíðini, men vit mugu minnast til, at bókin er skrivað til samkomurnar tá til ugga og troyst, og hon hevði týdning fyri tey eins, og hon hevur fyri okkum í dag.
„Det ender godt“ merkir ikki, at vit skulu sita óvirkin og bíða eftir endanum. Nei, vit skulu vera virkin í heiminum, sum liggur í tí ónda. Vit skulu vera virkin í vitnisburðinum um, at Gud hevur endurreist nakað brotið í okkum, og hetta er ein kraftmikil vitnisburður og vón til ein líðandi heim.
Skrivað: Maria Mørkøre