Fosturtøka og fornkirkjan

Í áhugaverdum bloggi skrivar Justin Taylor um fosturtøku í 1. øld og vísir til áhugaverdu bókina Abortion and the Early Church.

Í 1. øld var fosturtøka vaksandi – serliga í Róm. Eins og jødar vóru tey fyrstu kristnu ímóti fosturtøku. Hetta sæst aftur bæði í jødisku og elstu kristnu skriftunum – ein týðiligur mótsetningur til rómversku mentanina.

Rómversk mentan í 1. øld góðkendi fosturtøku

Cicero (106-43 f.Kr.) skrivar, at sambært teimum 12 rómversku lógartalvunum “skulu vanskapt børn drepast” (De Legibus 3.8).

Hilarion, hermaður í Aleksandria (1. øld f.Kr.) skrivar í brævi til konuna, “Eg bøni og biði teg at ansa væl eftir tí lítla. So skjótt sum eg fái løn, sendi eg tær pengarnar heim. Skuldi tað nú borið so á, at tú átti, og tað verður ein drongur, lat hann so liva, men verður tað ein genta, so tveit hana burtur” (P.Oxy. 4,744).

Bræv frá hermanninum Hilerion til konuna.

Seneca (4 f.Kr.–65 e.Kr. heimsspekingur og lærari hjá Nero keisara) skrivar, “Vit drukna børn, sum eru veik ella vanskapt” (De Ira, 1,15).

Grikski søguskrivarin Plutark (46-120 e.Kr.) umtalar íbúgvarnar í Kartago, at teir “ofra síni egnu børn, og tey barnleysu keypa sær smábørn frá fátøkum fólki og skera tey á háls, sum vóru tey lomb ella fuglar. Ímeðan stendur mamman hjá uttan grát ella tár” (Moralia 2.171D).

Elstu kristnu skriftirnar fordøma fosturtøku

Hebraiska fatanin at “lívið er heilagt” var eisini eitt av grundvirðinum hjá teimum fyrstu kristnu og stóð í sterkari andsøgn til rómversku mentanina við fosturtøku, barnamorði, at seta børnini út at doyggja o.s.fr.

Didake 2.2 áleggur (umleið 85-110 e.Kr.) “tú mást ikki drepa eitt barn við fosturtøku ella drepa tey, tá ið tey eru fødd.”

Ein annar fornur kristin tekstur, Barnabasbrævið 19,5 (umleið 130 e.Kr.), sigur, “Tú mást ikki taka eitt fostur ella fremja barnamorð.” Tað finnast ótallig kristin dømi við fordøming av bæði barnamorði og fosturtøku. Nýggja Testamenti nevir ikki fosturtøku. Summir granskarar meta, at hendan tøgnin avspeglar, at tað var tikið sum fyri givið, at fosturtøka var út um alt mark fyri tey fyrstu kristnu. Hinvegin vísir Lukas til persónligheitina hjá fostrinum, tá hin óføddi Jóhannes Doypari “spældi av frøði” í móðurlívi, tá Elisabet vitjaði Mariu, sum var upp á vegin við Jesusi (Lk 1,44).

Tey fyrstu kristnu bjargaðu og  ættleiddu heimleys og vrakaði børn

Callistus (d. umleið 223 e.Kr.) fann vrakaðum børnum heim hjá kristnum familjum. Benignus frá Dijon (í 3. øld) veitti vrakaðum børnum mat og  skjól. Harímillum vóru eisini tey, ið bóru brek vegna miseydnaðar fosturtøkur.

Dateo prestur grundaði hospital í Milan í 700-talinum, sum einans tók sær av børnum, ið vóru funnin uttan foreldur.

Keldur: Michael J. GormanAbortion and the Early Church: Christian, Jewish and Pagan Attitudes in the Greco-Roman World. James M. Rochford, “Moral Norms in the Ancient World.” Justin Taylor, “Did the Early Church Oppose Abortion?” Between Two Worlds, November 29, 2021.

Myndir: Devul fremur fosturtøku á kvinnu, sum er send í helheim (BAS relief at Angor Wat, c. 1150). Privat bræv á papyrus (© Duke Databank of Documentary Papyri).

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *