Lat Heródes kongur øll dreingjabørn í Betlehem drepa? Er hetta ein verulig hending ella bara ein søga uppfunnin av teimum fyrstu kristnu? Og er frásøgnin sonn, hví eru so allar aðrar keldur tigandi?
Matteus er einsamallur at siga frá hendingini um barnamorðið. At Heródes frætti um vísmennirnar. At teir vóru komnir at tilbiðja kong Jødanna, sum var føddur í Betlehem. At ótti kom á Heródes. At hann lat teir fara til barnið, men segði: “Tá ið tit hava funnið barnið, latið tá meg vita, so eisini eg kann koma og tilbiðja tað.”
At tá teir ikki akta, men fara aðra leið heimaftur, sendi Heródes menn til Betlehem at drepa øll dreingjabørn tvey ár og minni (Mt 2,1-16).
Mest sjálvsagda staðið at leita eftir tilfari at samanbera hesa frásøgn við er hjá jødiska søguskrivaranum Josefus (37-100 e.Kr.). Josefus hevur skrivað nógv um Heródes hin Stóra (ár 72 – 4 f.Kr.) – bæði av góðum og ringum.
Heródes
Hersódes var jødiskur kongur undir rómverska keisaranum frá ár 37 f.Kr. og fram til deyða sín ár 4. f.Kr.
Hann giftist 10 kvinnum. Tær áttu honum prinsar, sum hvør í sínum lag høvdu ætlanir um at taka valdið. Talan var um eina familju, ið var merkt av øvund, svikaráðum og drápsroyndum.
Vitloysi
Heródes lat 3 av sonum sínum drepa. Hetta av illgruna um, at teir ætlaðu at drepa hann og taka valdið. Yndiskonu sína, Mariamne, lat hann drepa og eisini eina av vermøðrum hansara.
Hann bjóðaði høvuðsprestinum til Jeriko at svimja og beindi fyri honum við drukning. Hann beindi eisini fyri fleiri mor- og farbrøðrum og nøkrum systkinabørnum.
Augustus keisari skal hava sagt, “Eg vildi heldur verið ein av Heródesar grísum enn sonur hansara.”
Blóðtosti
Einaferð í eldri árum ætlaði Heródes at drepa ein stóran bólk av jødiskum leiðarum, sum vóru savnaðir í einum leikstaði. Men sambært Josefusi miseydnaðist royndin.
Seinaðstu mánaðirnar av lívinum helt Heródes til í vetrarslottinum í Jeriko, og tykjast ræðuleikarnir og vitloysið bara at taka til. Serliga var tað stúranin fyri einum gleðirómi millum jødarnar, tá ið hann fór at doyggja, og at eingin fór at syrgja hann. Fyri at tryggja sær ímóti hesum, gav hann systrini boð um at fongsla allar jødiskar leiðarar undir leikvøllinum. Hesir skuldu drepast úti á sjálvum vøllinum, so at sorg skuldi vera í túsundavís av heimum samstundis sum hann doyði.
Barnamorðið í Betlehem
Í frásøgnini hjá Matteusi hoyra vit, at Heródes í vitloysi vil beina fyri Jesusbarninum. Men hvørki Josefus ella aðrar keldur uttanfyri Bíbliuna siga nakað um hetta. Út frá hesi tøgn meina fleiri, at barnamorðið ongantíð hendi. Men tøgn er ikki haldgott próv um, at ein hending ikki er farin fram.
Søgufrøðingurin Paul Maier hevur tvey boð uppá hesa tøgn: Josefus kann hava hoyrt um barnamorðið, men hevur sáldað tað frá, tí talan hevur ikki verið um 100-tals børn, men kanska nærri 10-15 børn. Barnadeyðin tá á døgum var so stórur, at hetta ikki hevur ávirkað táverandi lesaran nevnivert.
Hitt boðið er, at Josefus møguliga ikki hevur vitað um barnamorðið. Ein hending í lítla bygdaøkinum Betlehem hevur neyvan havt so stóran týdning í tátíðini. Hevði talan verið um 100-tal av myrdum børnum, so hevði ivaleyst verið øðrvísi. Men sum Maier vísir á, so var íbúgvaratalið í Betlehem við økinum uttanum ikki meir enn einir 1500 íbúgvar. Av teimum hava ikki verið meir enn 20-30 børn frá 2 ára aldri og yngri. Og helvtin av hesum hava so verið dreingjabørn. Men kortini hevur hetta verið ein sorgarleikur.
Niðurstøða
Nú kundi verið hóskandi at spurt, um frásøgnin hjá Matteusi samsvarar við upplýsingarnar uttanfyri Bíbliuna? Og her er eingin ivi. Frásagnirnar passa sum fótur í hosu. Bæði Matteus og Josefus lýsa ein aldrandi maktsjúkan mann við sama lyndiseyðkenni, sum støðugt óttaðist at missa valdið. Hann var eirindaleysur og fírdi ikki fyri at drepa bæði fremmand og síni allar nærmastu og í hópatali, tá ið hann helt tað vera hóskandi.
Vit hava harafturímóti ongar søguligar ábendingar um, at barnamorðið í Betlehem ikki kann vera hent.
Kristian Hansen (16. des. 2021)
Keldur: Flavius Josefus, Antiquities of the Jews. “Truth or Fiction: Did Herod Really Slaughter Baby Boys in Bethlehem?” Interview with historian Dr. Paul Maier.