Jólaundrið

Eftir uppreisturin móti Gudi varð menniskjan rikin út úr Edens urtagarði. Kerúbar settir við logandi svørði at halda vakt. Eitt punktum fyri upprunaliga samfelagið við Gud. Staðfest aftur og aftur gjøgnum bíbliuna: Eingin kann síggja Gud og liva! Gud er oyðandi eldur!

Og vit mistu dýrd okkara; eginleikan at endurspegla Gud og Hansara dygdir. Síðan hevur alt foldarlív staðið undir fortekni deyðans og forgeingiligleikans.

Jólaundrið er, at hin sami Gud avklæddi seg dýrdina, lat seg føða sum menniskja inn í okkara falna heim. Skaparin gjørdist skapningur, trein inn í sítt egna skaparverk sum um listamálarin gjørdist eitt pensilsstrok á egna lørifti. Ella høvundin gjørdist persónur í egnum sjónleiki.

Ístaðin fyri ávarðing um oyðing og deyða hoyra vit nú Guds innbjóðing í jólaundrinum: “Hygg hvat Eg havi gjørt fyri at koma tær nær. Kom til Mín!”

Við hesum vil Gud endurreisa persónliga samfelagið við okkum aftur. Geva ævigt lív, óforgeingiligleika, gleði, fylling. . . og dýrdina, so vit aftur skulu kunna endurspegla Hann og vera Honum lík.

Kristian Hansen (21.des. 2021)

Mynd: Altarmynd, Jesu føðing, eftir Joakim Skovgaard (1856-1933).

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *