ER JESUS GUD?

Í Jóhannesar Opinbering verða Gud faðirin og sonurin tilbidnir í himli. Faðirin verður tilbiðin við orðunum: Verdur ert tú, Harri og Gud okkara, at fáa

  • 1) dýrd,
  • 2) heiður og
  • 3) mátt (Op 4,11).

Sonurin verður tilbiðin við somu orðum umframt 4 øðrum: Verdigt er lambið, hitt dripna, at fáa

  • 1) DÝRD,
  • 2) HEIÐUR,
  • 3) MÁTT,
  • ríkdóm, vísdóm, styrki og signing (Op 5,12)

Og faðirin og sonurin verða tilbidnir saman í endanum av Op 5 – aftur við somu orðum umframt tí seinasta orðinum “signingin” úr tilbiðjanini av soninum: “‘Honum, sum í hásætinum situr (faðirin), og lambinum (sonurin) tilhoyrir

  • 1) dýrdin 
  • 2) heiðurin,
  • 3) mátturin og
  • signingin, í aldur og allar ævir!’ Og hinir elstu fullu niður og tilbóðu” (5,13-14).

Seinni fellir Jóhannes niður fyri einum eingli at tilbiðja hann, men verður átalaður: Ger ikki tað! Tilbið Gud! (Op 19,10 og 22,8-9). At tilbiðja nakran annan enn Gud er avgudadýrkan (smbr. fyrsta boð: “Tú mást ikki hava aðrar gudar enn Meg”).

Niðurstøða

Jesus er Gud og kann ikki vera annað enn Gud. Annars fer avgudadýrkan fram í himli.

Skrivað: Kristian Hansen (22. feb. 2022)

Mynd: Jesus “Ego sum via, veritas, et vita” (Eg eri vegurin, sannleikin og lívið). Maria Laach Abbey krikjan, nær við Andernach, Rhineland Palatinate, Týskland.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *