Bøn í krígstíð

Miskunnsami, ævigi harri og Gud!

Vit bøna og biðja teg eyðmjúkliga: Hygg niður til tjóðirnar, sum nú kríggjast. Lat fólk títt ikki bøta fyri syndir teirra. Gev teimum ístaðin sanna umvending, so at hjartans tráan teirra kann verða vunnin við tínum milda og rættvísa Anda.

Hygg í miskunn tíni til teirra, sum eru í vanda. Troysta fangar. Gev særdum hjálp og linna. Vís doyggjandi miskunn.

Rudda orsøkir til hetta kríggið burtur. Fá frið aftur í lag ímillum tjóðirnar.

Við Jesusi Kristi, harra okkara!

Amen.

Mynd: Eldri maður í bøn, Rembrandt van Rijn (1660) Cleveland Museum of Art, Ohio.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *