Ein heimur í broyting

Eg siti og broderi eina pyntipútu. Havi ikki brúk fyri hesi pútuni sum so. Havi bara brúk fyri tilgongdini við at skapa.

Siti inni í stovuni í húsinum, vit keyptu frá ommu og abba. Húsini eru áleið 70 ára gomul, og herinni eru framvegis leivdir av eini farnari tíð. Ein broderaður klokkustrongur, ein broderað púta, eitt broderað bíbilørindi í rammu á vegginum. Køkurin er eitt handverk fyri seg. Bygdur serliga til hetta rúmið. Í loftstrappunum er ein vældreyaður gelendari – hondgjørdur. Uppiá loft er eitt skrín, sum langabbi mín hevur væl úr hondum greitt. Her eru handgjørdir kamarsmøblar. 

Eg havi sorterað nógv, síðani vit fluttu inn. Ein rúgva er farin á brennistøðina, tí eg sá ikki tað stóra virði í tí, hevði ikki pláss fyri tí ella brúk fyri tí. Ella er tað farið á aðrar hendur. Tað, sum sermerkir hesi handverk, er nærlagni og góðska. Og tey hava eina sál, sum tey plaga at siga.

Heimurin er broyttur hesi 60-70 árini. Menniskjað er broytt, men ikki uppá allar mátar. Vit eru vorðin størri brúkarar. Vit virða ikki so nógv tað materiella. Tí tað er so lætt at framleiða, so bíligt at keypa, so lætt at skifta út og at burturbeina. Við ídnaðarkollveltingini tók maskinan arbeiðið frá menniskjanum, og virðið í tí framleidda minkaði. Hetta bar eisini við sær eina yvirnýtslu, sum troyttar nátturuna.

Vit hava fingið náttúru tilfeingið sum eina gávu at njóta og til at lívbjarga okkum. Tað hava vit dugað væl. Vit hava timbrið, ullina, fiskaskræðuna, moldina, grótið, vatnið og luftina. Vit framleiða sum ongantíð áður, men virða tað lítið og vit tveita burtur, tí góðskan ikki er so høg, tí tað nýtist hon ikki at vera. Her er ikki sálin løgd í, og tað verður ikki høgt mett í eygunum, at vit hava gjørt eitt gott, haldbart handverk, sum er komið fyri at vera.

Hesar tankar geri eg mær, ímeðan eg broderi. Pútan, eg broderi tekur uml 100 tímar at gera. Skuldi eg selt hana fyri lága tímaløn, var hon ikki keypandi. Men hon hevur als ikki eitt materielt virði. Eg hyggi yvir á ta einu pútuna, sum eg keypti í FK. Hon kostaði 80 kr. Hetta kann eg ikki kappast við, og ætli mær heldur ikki. Men hví hugsi eg um vinning? Hevur tað sína orsøk í tíðini, eg eri uppvaksin í? Tíð er pengar? Alt vit brúka tíðina til skal roknast í krónum og oyrum. Hevur tað altíð verið soleiðis?

Hvussu sá heimurin út fyrr? Var tað meir ein spurningur um at yvirliva heldur enn at liva? At brúka tilfeingið sum eina neyguða vøru? Heldur enn at skapa list?

Hetta er bara spurningar, teir nýtast ikki at hava nakað endaligt svar. Men eg síggi, ein broyting er farin fram. Ivaleyst er broytingin góð á nógvum økjum, men als ikki á øllum. Vit tveita føroysku ullina burtur, tí einki virði er í henni. Tað loysir seg ikki at virka hana. Men grava vit okkara egnu grøv? Hvat kasta vit burtur saman við ullini? Tann dýrabara arvin at duga at handfara ullina, at vaska hana, kæra, tøva, spinna, binda, hekla, seyma og brodera? Okkum nýtist ikki at duga tað. Ikki sum heimurin sær út nú. Men tá vit hava mist tað, eru vit fátæakari, og vit hava mist ein part av okkara samleika.

Fyrr var ull Føroya gull. Nú verður hon brend. Tað er ein skandala spyrt tú meg. Vit kunnu og mugu ikki rokna alt upp í krónum. Vit hava fingið tildfeingið at brúka bæði til at liva av, men eisini at liva við. Skapanarhugurin liggur djúpt í okkum, og tá vit missa skapanarhugin, og selja hann til mammon, gerast vit fremmand.So latið okkum hugsa um hetta.

____________________________

Skrivað: Maria Mørkøre 2020

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *