Avhildnar misskiljingar av jólum
Kendasta bíbliusøgan man vera jólaevangeliið. Av evangelistunum eru bara Matteus og Lukas, sum nevna Jesu føðing. Ein áhugaverdur bloggur í The Gospel Coalition vísir á, at nógv av tí, sum vit halda okkum vita um fyrstu jólini, hava vit frá sangum og ymiskum jólaleikum, og er í veruleikanum ikki heilt rætt:
1. Stjørnan jólanátt
Bíbliutekstirnir nevna onga stjørnu sveimandi yvir krubbuni jólanátt. Og einglarnir bóðu ikki hirðarnar á markini fylgja eini stjørnu. Teir skuldu leita eftir nøkrum øðrum: “Og hetta skulu tit hava til tekin: Tit skulu finna barn, sveipað, liggjandi í krubbu” (Lk 2,12). Stjørnan vísti seg harafturímóti fyri vísmonnunum, sum vitjaðu nakað eftir at barnið varð føtt. Bara Matteus nevnir hetta (Mt 2,2; 9-10). Hvussu nógv seinni teir vitjaðu, er óvist. Men tað, at Heródes gevur boð um at drepa øll dreingjabørn yngri enn 2 ár í økinum, kundi bent á, at Jósef og Maria høvdu valt at vera í Betlehem í eina tíð.
2. Tríggir vísmenn
Sum sagt: bara Matteus nevnir vísmennirnar. Men hann nevnir ongantíð tríggjar vísmenn. Í samband við gávurnar, ið teir góvu, nevnir Matteus: gull, roykilsi og myrra (2,11). Tankin um tríggjar vísmenn man helst vera íkomin av hesum trimum gávum.
3. Gistihús
Ein onnur avhildin misfatan av jólum er, tá Jósef og Maria koma til Betlehem. At tey royna eitt gistihúsi fyri og annað eftir, men verða víst burtur av øllum gistihúseigarum. Men teksturin nevnir ongar gistihúseigarar og onga burturvísing, men bara , at “ikki var rúm fyri teimum.” Í veruleikanum nevnir hann ikki heldur nakað gistihús. Orðið “gistihús” í upprunatekstinum sipar helst til eitt “uppihaldsstað” (Lk 2,7). Altso var ikki pláss fyri Jesusi í staðnum, sum tey hildu til. Og uppihaldsstaðið var helst heimið hjá familju Jósefsar í einum lítlum gestarúmi, sum vanliga lá upp at húsunum.
4. Føddur í fjósi
Í huganum hjá teim flestu varð Jesus føddur í fjósi. Og soleiðis siga eisini fleiri jólasangir. Men Bíblian nevnir onki fjós. Bara at Hann varð lagdur í krubbu (Lk 2,7). Krubban var vanliga í høvuðsrúminum part av árinum, tí dýrini vórðu oftast hildin í rúminum beint við høvuðsrúmið. Pláss hevur ikki verið hjá Mariu at eiga í gestarúminum (uppihaldsstaðnum). Hon hevur tí helst átt í einum størri familjurúmi og síðan lagt Jesus í nærmastu krubbu.
5. Føddur 25. desember
Í veruleikanum vita vit hvørki dagin ella mánaðin, tá Jesus varð føddur. Ofta verður víst á, at tey kristnu tóku heidna halgidagin Sol Invictus, sum var 25. desember. Men hetta verður av mongum hildið at vera ivasamt.Ístaðin verður tað hildið at vera meiri sannlíkt, at tey kristnu tíðliga í tíðini hava roknað seg út frá boðanardegi Mariu, ið tey hildu við vissu vera 25. mars – sami dagur, ið tey eisini hildu, at Jesus varð krossfestur. Nýggju mánaðir frá hesum degi er 1. jóladagur – 25. desember. Elsta keldan at tíðarfesta Jesu føðing til 25. desember er frá ár 336 í Róm.
Annars er at siga, at eingin bíbliutekstur nevnir Mariu á esilsbaki, syngjandi einglar fyri hirðum og seyð, neyt ella onnur dýr kring krubbuna.
Kristian Hansen (6. des. 2021)
Myndir í raðfylgju: 1. Mynd: We Three Kings – Answers in Genesis. 2. mynd: Shepherds on the hills of Bethlehem and silhouette of the town. 3. mynd: Nativity from sherbrooke Missal cropped – This beautiful Missal made from parchment originates from East Anglia. It is considered a very important manuscript as it is one of the earliest examples of a Missal of an English source. Sarum Missals were books produced by the Church during the Middle Ages for celebrating Mass throughout the year. Date: between circa 1310 and circa 1320.