Lívið undir sólini

Kann Prædikarin nýtast í dag? spyrji eg meg sjálva hendan sunnumorgunin. Mær hevur altíð dámt væl hendan tunga dýrgripin, væl vardan millum tær mongu blaðsíðurnar í Gamla Testamenti.

Tá ið eg las Prædikaran á fyrsta sinni, var tað eins og at finna vinin av øllum vinum. Ein, sum livdi fyri 4000 árum síðani,kundi stilla mínar tankar. Tosað verður um tíðarferðing. Her var ein, sum ferðaðist 4000 ár fram í tíðina at møta mær, og eg ferðaðist 4000 ár aftur í tíðina, so okkara tankar kundu renna saman í Prædikaranum. Tað var tann stórbæri kongurin Sálomo, sum Gud segði við (1. Kong. 3,12):

„Eg skal geva tær so víst og vitigt hjarta, at líki tín hvørki hevur verið, ei heldur skal koma eftir teg.“

Vísasti maður, sum nakrantíð hevur livað, hevur heiðurin at vera høvundur Prædikarans.

Sagt verður, at vit lesa fyri ikki at kenna okkum einsamøll. Og tað er satt. So les og skriva. Tak frá einum og gev øðrum.

„Tú kæri Sálomo kongur, fullur í vísdómi frá Gudi, ei finst tín líki. Vísdómur tín er so stórur, víður og berandi gjøgnum tíðir, at hann kann stilla okkara brotnu, strongdu tankar í november 2021.“

Einki er broytt síðani tá. Alt er tað sama og gongur somu ringrás. Sólin kemur upp og skundar sær niður aftur. Vindurin lækkar niður í sunnan, fer at mala, skiftur og skiftur, og vit føroyingar nikka játtandi. Áirnar renna í sjógvin. Sjógvurin verður ongantíð fullur. Alt pøsir seg út. (Les Prædikarin 1).

Sprota vit pøsa, so stendur m.a. „at møða fullkomiliga“. Vit kenna øll til at verða mødd fullkomiliga. Men tá hugsa vit ofta um likamliga møði. Tá ið vit kenna likamliga møði, er tað so ítøkiligt. Vit hvíla okkum og eru síðani til dystin fús. Men tað er ikki hesa møði, Prædikarin ger vart við. Her er talan um eina meiningsleysari pøsan. Ein pøsan, tú verður fangaður í, ein pøsan, sum ikki fær teg nakran veg.

Eitt kent danskt hugtak, sum verður nógv brúkt í dag, er „hamstrarahjólið“. Hugtakið lýsir ein hamstrara, sum rennur inni í hesum hjóli, men kemur ongan veg. Um hugtakið var til á døgum Sálomos, hevði hann kanska brúkt tað. Men hann brúkar onnur orð, sum vit í dag eisini kenna til. Orð sum fávitska og fáfongd.

Sálomo samanber fáfongd við eftirsókn eftir vindi. Eg hugsaði mangan, at eftirsókn eftir vindi var eitt løgið hugtak, inntil eg kannaði tað nærri og fann útav, hvussu sigandi tað í veruleikanum er: at sóknast eftir vindi er einki. Tá ið tú hevur fingið fatur á vindinum, er hann ikki vindur meira! Tú leitar, og tú leitar eftir friði og eydnu, men tú leitar á skeivum stað, ella á skeivan hátt, ella við skeivum hugburði. Tá ið tú hevur fingið fatur á vindinum, er hann ikki vindur meira. Og so byrjar ein nýggj leitan.

Prædikarin spyr, hvør nytta er í lívinum. Og tað spyrji eg eisini. Hvør nytta er í allari pøsingini, í hamstrarahjólinum. Hvussu liva vit í allari pøsingini og samstundis, hvussu verða vit leys av allari pøsingini? Sálomo sjálvur pøsti seg út. Hann royndi alt fyri at stilla hjartað. Hann royndi gleðina, láturin, vínið, bygdi hús, plantaði víngarðar, urtagarðar, lundir. Hann keypti trælir, trælkvinnur, nógv fæ, silvur og gull, dýrabarar skattir, sangarar, sangarinnur og nógvar konur. Sálomohevði óavmarkaða atgongd til alt ríkidømi í hesum heimi. Hann tók tað, honum lysti. Tað, hann tráðaði eftir, fekk hann.

Eg haldi sjálv, tá ið eg lesi hetta í kap. 2, at so tykist tað ikki serliga víst at taka alla hesa fáfongd til sín. Kongurin ger alt hetta, og tó er hann vísasti maður? Hvar er samanhangurin? Veit hann ikki, at hann finnur ikki eydnuna í hesum? Tað er júst í hesum, at svarið liggur. Hann leitar og leitar, men hann kemur sjálvur til ta niðurstøðu, at alt er fáfongd og eftirsókn eftir vindi. Alt, vit menniskjabørn hava fingið at stríðast við, er fáfongd.

Á denn hugleiðing frá mær undan advent og jólamánaði. Um eina viku fari eg upp á ovastaloft at taka jólaprýðið niður. Aftur í ár prýða vit, keypa gávur og góðan mat og pøsa okkum út. Næsta ár gera vit tað sama. Eg havi sjálv ferðast næstan 55 ferðir kring sólina. Hvør ferðin tykist ganga skjótari enn hin fyrra. Og tað tykist sum í gjár, at eg goymdi jólaskrúðiðfrá seinastu jólum burtur. Men eitt ár er farið, og eg geri tað sama umaftur. Tað er møðsamt. Men bert møðsamt, um hetta er tað einasta, sum er.

Alt snýr seg um, hvussu vit hugsa og hyggja at lívinum.

Sálomo gjørdist móður av lívinum. Hann leiddist við stríðið, honum var tillutað. Men hann sá eisini, at alt hevur tíð sína, eisini tað at gleðast í lívinum og stríðnum, sum Gud hevði givið honum. Og Gud hevur givið okkum tað, fyri at vit skulu óttast Hann.

Sálomo var ein vísindamaður. Hann rannsakaði lívið undir sólini – eins og vísindi gera í dag. Vísindi kanna tað skapta lívið, ikki tað yvirnatúrliga, tað sum finst „yvir sólini“.

Vit eru lyft upp um lívið yvir sólini, samstundis skulu vit liva lívið undir sólini. Hvat merkir hetta? Og hvussu finna vit troyst og hjálp í hesum? Tak frástøðu, hygg út um og upp um sólina. Hygg við nýggjum eygum eftir lívinum. Ella hygg við røttum eygum, eins og Sálomo kongur gjørdi. Tóat hann leiddist av fáfongdini, sá hann lívið sum gávu frá Gudi, og fáfongdin fekk hann at óttast Gud.Hvønn dag, tá ið sólin rísur og fer sína troyttandi ferð um himmalhválvið, takka tá Gudi fyri alt, Hann gav okkum, fyri at vit skuldu óttast Hann. Hvussu kunnu vit annað? Hví skulu okkara tankar steðga við sólina? Vit eru lyft uppum, tí lívið undir sólini er bert ein lítil løta, so er ævinleikin.

Skrivað: Maria Mørkøre (november 2021).

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *